Jesus, ver við okkum nú

Christoph Ernst Friedrich Weyse
Orð: Jákup Dahl
Lag: Christoph Ernst Friedrich Weyse (Gakk tú fram við góðum treyst)

1. Jesus, ver við okkum nú,
signa hvørja løtu!
Ljósar leiðir beini tú
eftir lívsins gøtu!

2. Fylg tú við í ferðini,
hjálp tú har, ið bagir!
Sleppir tú ei hondini,
gerast dagar glaðir.

3. Bygg tú heim várt, signa tað,
hvønn dag tú oss vitji!
Miskunn tín, títt friðarlag
aldri frá oss flytji.

4. Verður gongdin sólarbjørt,
verk vár eydnu fáa,
dimma stundum skýggj so svørt, –
vilji tín skal ráða.

5. Tá ið ferð at enda er,
lívsins løtur halla,
kæri Jesus, hjá oss ver,
leið oss heim til halla.

FavoriteLoadingGoym tekstin