Jesus við Tær vil eg liva her

Orð og lag: Elin Skårdal
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jesus við Tær vil eg liva her,
hvørt eitt fet vil eg fylgja Tær í trúgv.
Tú ert jú Lívið Hitt Æviga,
skjótt í Himmalsins dýrd eg seti búgv.
Eg í Tær fann ein dýrgrip so stóran,
meir enn alt her á fold er fyri mær;
Tú meg rist hevur í Tínar hendur,
Tín eg eri, Tú mær til frelsu varð.

2. Golgataverkið eg hvíli í,
smakkað havi eg Andans klára vín!
Hvílu og gleði og frið tú fært,
tú, sum leingist og søkir, vinur mín;
Jesus sigur: Síggj, alt er gjørt til reiðar!
Kom og ogna tær tað Hann til tín vann.
Tonk, at Jesus meg so hevur elskað,
hjartað fylt er av takk og prís til Hann.

3. Jesus vil loysa teg undurfult,
hvørt eitt band, hvørja leinkju slítur Hann.
Keyptur tú vart við Hans dýra blóð’,
Hann vil loysa teg, so tú siga kann:
Halleluja og takk, at Tú vanst sigur,
fyri kraft, sum Tú gevur mær hvønn dag;
takk, at bindingar, bond nú eru horvin
vegna blóðið, sum rann á Golgata.

FavoriteLoadingGoym tekstin