Jesus vil leiða meg trygt gjøgnum dalin

Orð og lag: Haldor Lillenas
Týtt: Øssur Berghamar
Upprunaheiti: Jesus will walk with me
Onnur týðing

1. Jesus vil leiða meg trygt gjøgnum dalin,
varða mín fót um hvønn tind og hvørt skarð,
hvat enn meg hendir – í sól sum í skugga –
einki eg óttist, tá hann er mær nær.

Niðurlag: Jesus vil leiða meg,
hann vil varða meg,
einki óttist eg.
Á nátt sum á degi,
í sorg sum í gleði
eg veit, hann vil leiða meg.

2. Jesus vil leiða meg – eri eg veikur,
kraft hann mær gevur, sum tørva mær kann.
Í hvørji kreppu eg tryggur kann vera,
hildin av honum, sum sleppa ei kann.

3. Jesus vil leiða meg – hann vil meg verja
í hvørjum vanda og á hvørjum stað.
Hann er mín kongur, mín kraft og mín klettur,
hond hans meg leiðir, og sál mín er glað.

4. Jesus vil leiða meg løturnar ljósar,
og tá ið dagurin myrkastur er,
leiða meg trygt, inntil stundin upp rennur,
tá ið hann heim til sín sjálvan meg ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin