Jesus, vinur mín tann besti

Fanny CrosbyPetur Jacob Sigvardsen
Orð: Fanny Crosby
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1978.

1. Jesus, vinur mín tann besti,
– alt mítt lív í lívi er;
lat meg vera hjá tær, Jesus,
Anda tín í hjartað ber!
:/: Halt tú mær tætt at tær! ::/:
Gævi, at mín ferð á foldum
verður saman øll við tær!

2. Ei um heimsins tóma heiður
biði eg, o Harri kær´,
ei um stutta foldar eydnu,
eitt, bert eitt eg ynski mær:
:/: Halt tú mær tætt at tær! :/:
Byrðar tínar vil eg bera,
bert eg fylgjast kann við tær!

3. Leið meg so av tíni náði
gjøgnum deyðans skuggadal!
Lat mær upp títt perluportur
til tín gylta gleðisal!
:/: Halt tú mær tætt at tær! :/:
til eg skal um ævir liva,
á, mín Jesus, bert í tær!