Jesus, vit fegnast yvir sigurin

Orð og lag: John Gibson
Týtt: Oddur Lamhauge

Niðurlag: Jesus, vit fegnast yvir sigurin!
Jesus, vit njóta kærleik tín!
Jesus, vit frøast yvir frælsi títt.
Jesus, tín deyði gav oss lív!

1. Tað var til frælsi,
hann setti okkum frí,
ei longur vit træla undir
heimsins oki alla tíð.
Og nú vit gleðast
um Guds harða stríð.
Vár sál, hon syngur honum prís.

2. Hans Andi dregur
allan ótta burt.
Atgongd til hann vit hava,
tað kostaði honum dýrt.
Og í hans ásjón
forðingar svinna burt.
Vár sál, hon syngur honum prís.

FavoriteLoadingGoym tekstin