Jesus, vit hyggja upp móti skýggjum

Orð: Óli Reinert

1. Jesus, vit hyggja upp móti skýggjum,
vænta nú skjótt at síggja teg,
so sum tú tínum tað hevur lovað!
Áh, sum tann stundin gleðir meg!

Niðurlag:
Einaferð kemur tann sæla stundin,
tá Jesus aftur í skýggjunum er
við sínum heilaga einglaskara;
áh, vinur, ver til reiðar, ver!

2. Jesus vil taka síni heim til sín,
trongdin hin stóra byrjar tá;
áh, vinur, flýggja undan tí vanda,
meðan tú frelsuna kanst ná!

3. Dómurin kemur, ikki hann bíðar
longur enn til ásettu tíð;
náðin hin fría enn er at fáa;
móti Guds Anda ikki stríð!

4. Eingin skal sleppa tá upp til Jesus,
uttan hann honum hoyrir til;
drála ei longur, gev teg til Jesus!
Frelsan er fyri hvønn, sum vil.

5. Lúðurin ljóðar, eingilin blæsur,
ljóðið um allan heimin fer;
Guds fólk tað hoyrir, Jesus tey síggja
í skýggjum, har hann komin er.

6. So øll tey frelstu savnast um Jesus,
lovsongur brúsar sum ein á;
hann tey tá upp til dýrd sína lyftir;
Jesusi hjá vit vera tá.

FavoriteLoadingGoym tekstin