Í Jesusi eg eigi so undurfult eitt lív

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: Et herlig liv jeg eier i Jesus, Frelseren

1. Í Jesusi eg eigi so undurfult eitt lív,
um henda besta vin mín í lovsang sál mín trív;
:,:Hann fyri meg ein glataðan syndara Seg gav
og mínar syndir søkti Hann í hitt djúpa hav.:,:

2. Nú Hann meg trúfast leiðir á vegnum dag um dag,
eg støðugt kann uppliva Hans reina hjartalag.
:,:Ber leiðin upp á fjallið og djúpt í trongan dal,
tá Jesus við mær fylgir gerst sál mín nøgd og sæl.:,:

3. Tá Satan kemur til mín, við iva streingir á
og sigur: Frelsuna kanst tú ikki líta á!
:,:Tá minnist eg hin dagin, tá Frelsarin meg fann
og undurfult meg loysti frá syndarinnar bann.:,:

4. Ein lovsangur nú streymar frá hjarta mínum út,
og Djevulin fær hoyra meg loystan prísa Guð’.
:,:Um Jesu stóra verk her glaður syngi eg
og vinni meir enn sigur, tí Jesus styrkir meg.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin