Jesusi er signað at fylgja

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: In pleasant places

1. Jesusi er signað at fylgja,
gott at kenna, at hann er nær.
Kærleiksfult hann leið mína leggur,
undurfull hans leiðsla er mær.

Niðurlag: Til grønar eingir Jesus meg leiðir,
eins og hirði við seyðinum fer.
Til grønar eingir við hvíldarvøtnum
– sælan frið tað í sálina ber.

2. Hóast stormskýggj himmalin myrkja,
ei at óttast nýtist mær tá.
Hjá mær er hann tá til at hjálpa,
hoyrir, tá eg kalli hann á.

3. Ein dag brátt til Himmals eg fari,
leiddur trygt av hansara hond.
Tá við mínum eygum í gleði
skoði eg tey ævigu lond.

FavoriteLoadingGoym tekstin