Jesusi tæna eg íðin vil her

Meta av Fløtum
Orð: Thomas Obadiah Chisholm
Lag: Carl Harold Lowden
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: Living for Jesus

1. Jesusi tæna eg íðin vil her,
vil honum toknast, tað mál mítt nú er;
trúskap og lýdni hann væntar av mær,
tað er tann leið, ið ber signing við sær.

Niðurlag: Mín Frelsari og Harri, meg sjálvan gevi eg,
tí tú við tínum ofri gavst lív títt fyri meg.
Ei øðrum vil eg tæna, mítt hjarta eigi tú,
nú livi eg bert fyri teg, tú í mær festi bú.

2. Honum at tæna, sum ofraði seg,
fúsur eg vil, tí hann leið fyri meg;
bert slíkur kærleiki eggja meg kann
leið hans at fylgja og líta á hann.

3. Honum at tæna eg vil mína tíð,
til hann eg síggja skal skýggjunum í,
søkja tey falnu – hann elskar tey við,
frelsa tey vil hann og veita teim frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin