Jetta

Orð: Mourits Mohr
Lag: Min Amanda var fra Kerteminde

Eg ein syrgiligan sang vil syngja
um ta stóru, stóru kerligheit,
um ta hjartasorg, sum meg man tyngja,
men sum eingin uttan eg um veit.
Og tit ungu menn, sum hetta hoyra,
minnist til, góð eru gomu ráð!
Skrivið tykkum aftan fyri oyrað
hetta, sum eg nú skal siga frá:

Væl eg minnist enn, tá elskhugseldur
mínar hjartarøtur festi í,
og í knokkinum var alt ein meldur,
ei eg sansa kundi stað og tíð.
Men, mín Jetta, eg var alt ov smæðin,
tordi ikki sigla lívsins hav.
Tú í tonkum mínum var um dagin
og um kvøldið, tá eg ikki svav!

Tvinnar vikur gingu, og hin triðja,
Jetta brosti lokkandi mót mær.
Eg, mín lortur, tordi einki siga,
bara rodnaði, tá hon var nær.
Tá spann ilt í meg, eg var uppøstur,
hetta her fór ei at bera til!
“Hjartað kolast upp, tú verður pøstur,
her má fáast annað, betri skil!”

So kom sunnudagur. “Nú skal bera
ella bresta, júst sum lagnan vil!
Her er einki annað, tú kanst gera,
uttan drekka, so tú kennir til!”
Tað var skjótt, eg hevði fingið kenning,
– drukkið bæði øl og brennivín.
Og eg kendi, dirvið var í menning.
“Ja, í kvøld skal Jetta verða mín!”

Brátt í dansi mær eg mundi fetta,
kvað um ástarleik og blóðugt stríð.
Og við mína lið, har dansar Jetta,
fín og yndislig, so góð og blíð.
Skjótt eg kendi, at eg fór at odna,
helt við Jettu, at so heitt her var.
Jetta smíltist, hevði hug at rodna,
men var annars púra samd við mær.

Uttanfyri har var eira svalligt,
– stjørnur glampaðu, og mánin sá.
Tó helt Jetta, har var nakað kaldligt,
eg mín arm um hana legði tá.
So vit fylgdust oman gjøgnum bøin.
Eg bert sveimaði, mín fótur fleyg.
Ja, eg sveimaði og var so løgin,
kendi hjartatrongd og svára neyð.

“Kæra Jetta mín, mín dýri skattur,
tað er eitt, sum eg so illa vil.
Hav gott tol eg veri skjótur aftur,
tú mást bíða her eitt lítið bil.”
So eg rann, tí mánin fór at skína,
– eg var bleikur sum hitt hvíta lín.
Á, denn hjartailska, á denn pína,
– á, dett lumska øl og brennivín.

Tá eg aftur kom, var eingin Jetta,
nipin, einsamallur har stóð eg!
Mær var lagað, at eg skuldi detta,
skuldi grulva eftir kærleiksveg.
– Ja, mín ungi vinur, minst til hetta:
Slík sum mín kann verða lagna tín.
Sjálvt um gentan ikki eitur Jetta,
smakka aldri øl og brennivín!

FavoriteLoadingGoym tekstin