Jóhannes í andgletti einsamur stóð

Orð: Ókendur
Lag: Tað finnast so mong, sum ei fata tað fá
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Jóhannes í andgletti einsamur stóð,
:,:hann kendi sítt gudgivna kall;
hans tala var skørp, so klárt hitt Guðs boð,
seg skar gjøgnum hykl so tað fall!:,:

2. Hann doypti, so Ísrael síggja fekk klárt
:,:hvør Jesus frá Nasaret er!
Tað var gjøgnum dóp opinberingin kom,
at Guð sjálvur Lambið jú er!:,:

3. Men mótstøðan reisti seg tá eins og nú,
:,:tá boðberin greiddi Guðs leið,
hann hálshøgdur varð! – Hvør skuldi tí trúð,
at nakar til Guð sigur nei.:,:

4. Men lat okkum kortini peika á Hann
:,:og doypa til Frelsarans Navn,
og heilagt her liva, tá einki tað ger,
um mótgongd enn sæst fyri stavn!:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin