Jóhannes

Orð: Martin Joensen

Jóhannes,
áh, náttin er long.
Fongslaður,
tú saknar tín kong.

Tú gøtuna greiddi jú,
– frelsaran doypti tú,
men var tað nú veruliga hann?

Meðan tú minkar burt
veksur hans vald so dýrt.
Gøtuna greiddi tú,
so sov tryggur nú.

Jóhannes,
áh, ivast tú enn?
Finst nakar
sum hann millum menn?

Nú blind síggja blómuong,
og deyv hoyra fagran song.
Jóhannes, tey deyðu fáa lív!

FavoriteLoadingGoym tekstin