Jól eru í hondum

Orð og lag: John Lennon
Týtt: Martin Joensen

jól eru í hondum
enn hungra so mong
enn órættur valdar
enn ganga tey svong

lat klokkurnar ringja
út kærleiksboð klár
lat børnini syngja
um óttaleyst vár

nær læra vit at hoyra
tey, ið gráta av neyð
vit krevja enn meira
tey bøna um breyð

enn kríggini leika
hoyr, skotini hvøll
enn flóttarfólk reika
um avsvidnan vøll

so gleðilig jól
vilt tú vera við
at kynda ein loga
við vónum um frið

Friður valdar
um vit vilja

FavoriteLoadingGoym tekstin