Jól eru nær

Orð & lag: Steintór Rasmussen

Nú dagarnir styttast og jól eru nær
Summarið grætur og veturin lær
Nú kavi og kuldi er gerandislag
Men tú ert tann sama hvønn dag

So heimlig sum havið so svinn sum ein sól
Um várið, á vetri og uppundir jól
Kalendaraljósið tú tendrar hvønn dag
Men tú ert tann sama hvønn dag

Hóast lønin er lítil so hugnar tú um
Pyntar við greinum og nissubørnum
Bakar og hoyrir eitt pent jólalag
Men tú ert tann sama hvønn dag

Kalt er harúti, men inni er flótt
Tú stákast og jólini nærkast so skjótt
Tú hevur keypt gávur og grannvaksið træ
Men tú ert tann sama hvønn dag

Tá klokkurnar ringja so syngur tú við
Føgur er foldin um gleði og frið
Hjá menniskjavini í føðingardag
Men tú ert tann sama hvønn dag

Tú vísir mær kjólan tú ætlar tær í
Og spyrt um eg havi um jólini frí
Men tú kennir svarið og smílist tí glað
Tí tú ert tann sama hvønn dag

FavoriteLoadingGoym tekstin