Jól for fanin

Orð og lag: Petur Pólson og Benjamin Petersen

Í hesum kulda
lukti eg grann
Í flykrum hómi
eg jólamann

Og jólahefti
koma aftur fram
Jólaheilsur
ein til mín mín sann

Í hesi árstíð
spæla vit glað
Í sælum rúsi
eitt gávubað

Og piparnøtur
er nakað fjas
Og jólavættrarí
er verri bras

Men hvat so? Um vit eta nógv ov nógv
Men hvat so? Um vit sveitta feittið vekk
Men hvat so? Um vit dansa um eitt træ
Men hvat so?

Tað er jól…
Tað er jól for fanin…
Tað er jól…
Tað er jól for fanin…

Ein glað familja
eitt rokað borð
Ein klementina
og heilagt orð

Og jólaborðhald
er nakað fjas
Annað jólakvøld
er verri bras

Men hvat so? Um vit eta nógv for nógv
Men hvat so? At vit svølta feittið vekk
Men hvat so? Um vit dansa um eitt træ
Men hvat so?

Tað er jól…
Tað er jól for fanin…
Tað er jól…
Og vit gleðast øll saman
Jól
Tað er jól for fanin…
Jól
Í álvara og gaman
Jól
Tað er jól for fanin…
Tað er jól…
tí so føgur er foldin
jól
Tað er jól for fanin…

FavoriteLoadingGoym tekstin