Jóla-kalypso

Lag: Sven Hylleberg

Nú kerturnar lýsa
og leið tær til fjósið vísa,
har Jesus varð borin
í heim á jólanátt.

Og stjørnan hon lýsti
og hirðum til fjósið vísti,
har Jesus varð borin
í heim á jólanátt.

Tað glógvar av stjørnum
í eygum á øllum børnum,
tí Jesus var borin
í heim á jólanátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin