Orð: Jon Hald
Lag: Kurt Larsen
Týtt: Árni Dahl
Nú er jólaaftan komin,
kavin hvíti hylur jørð,
sum ein risa vetrardýna
ballar frystan svørð.
Fjallatindar kavaklæddir,
hvíta mjøll um heyg og hól,
gellifrost um allar leiðir
– roðar vetrarsól.
Her skal haldast jólaveitsla
fyri fuglunum í líð.
Verða jólaboð enn borin,
láta teir mót’ ský.
Sólin kagar upp um sýnir
gjøgnum surk og vetraræl,
sær sítt egna høvur speglast
vágni í so væl.
Stokkut løtan er, hon skínur,
heldur leið á síni ferð,
tí um jóltíðir í kulda
dagur stuttur er.
Myrkrið nívir jólaaftan
bygdarløg og garð og hól.
Stjørna tá á himnaboga
glampar sum ein sól.

