Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen
Í kvøld er hválvið klárt og blátt
so langt sum eyga sær
og túsund smáar jólastjørnur
bleiktra fyri tær
Og alt er kalt og pakkað inn
í turrafrost og gler
Tú starir út í eina stilla
hvíta dreymaverð
– Og úti millum vit og skil
og hvítan dreymalyng
sært tú nøkur vættrabørn
ið dansa runt í ring
Ja, úti millum vit og skil
og hvítan dreymalyng
sært tú nøkur vættrabørn
ið dansa runt í ring
Tey dansa undir mánanum
ið hongur har við frið
og veittra upp til jólamannin
tá hann fer framvið
– Tí jólakvøld er dreymurin
ið fyllir sál og sinn
eitt suð av ljósum eingla røddum
tá tú sovnar inn

