Jólakvøða úr Føroyum

Orð: Martin Joensen
Lag: Alabama (Jeffrey Cook, Teddy Gentry, Randy Owen og Mark Herndon)

Í Sandavági kavar
av møkum í dag
Og suðuri í Vági
nú ljómar jólalag

Nú skýming er í Skopun
og mánin sæst í ský
Og kerturnar á Strondum
nú bleiktra gluggum í

Signaða hátíð
Øll fløtan klødd í lín
jólakvøðu úr Føroyum
vit senda her til tín

Nú fegnast børn í Tórshavn
Tí hátíð er nær
Í Vestmanna tey sita
So fitt og hugna sær

Í Klaksvík alt nú glógvar
og gyllir frystan svørð
Gævi gleðin vardi
Og friður var á jørð

Signaða hátíð
Øll fløtan klødd í lín
jólakvøðu úr Føroyum
vit senda her til tín

FavoriteLoadingGoym tekstin