Jólakyndilin

Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 2006.

Hita meg tá døggin fellur
ísakalda vetrarverð
Flykrur sveipast
yvir eingir
myrkrið vellir yvir land.

Hitar meg – hitar meg
logar jólakyndilin
fløvar meg – fløvar meg
logar jóla kyndilin.

Træðið tendrað
býur skrýddur
heiðra mikla Frelsaran
sum til jarðarríkið føddist
kveikti okkum frælsisglóð.

Hitar meg – hitar meg
logar jólakyndilin
fløvar meg – fløvar meg
logar jóla kyndilin.

Hita meg tá frostið bítur
ísakalda vetrarverð
Flykrur fella
yvir eingir
myrkrið vellir yvir land.

:: Hitar meg – hitar meg
logar jólakyndilin
fløvar meg – fløvar meg
logar jóla kyndilin::.

FavoriteLoadingGoym tekstin