Jólaminni

Orð: Árni Andreasen

1. Tá eg sum barn við jólagávur spældi mær,
so vakurt og so hugnaligt alt var.
Í stovuni har inni, sum jólatræið stóð,
nú rennur fyri mær ein tíð so góð.

2. Á barnaárum ungum so spennandi alt var,
tá nissan kom við pakkanum hjá mær.
Tey blíðu barnaminni, fram renna fyri mær,
tá eg sum barn við jólagávur spældi mær.

3. Og ár tey eru gingin, nú spæla børn sum eg,
so glað tey eru, og tey minna meg.
Á jólaløtur saman við mammuni hjá mær,
og pápi kom við posa, sum nissan klæddur var.

FavoriteLoadingGoym tekstin