Jólanátt

Orð: Heri Nolsøe
Lag: Karl Martin Samuelsen

Heimleysur gloymdur leitandi burt,
á ferð út í myrkrið, stilt er og turt,
gluggarnir frystir og fjallið er hvítt,
glógvandi stjørnur blinka so blítt.

Blástirt og dimt er hválvið í nátt,
reikar í býnum alt tykist so grátt,
dettir um tankarnar trilvar avstað,
einsemis kenslan tigandi kvað.

Men í nátt ein stjørna lýsti á teg,
heimsins frelsari vísti tær fram á veg,
hann í Bethlehem føddist tað heilagu nátt,
hann birti í sálum máttmiklan mátt.

Dimmið nú lættir til nýggjan dag,
skýggini silvurgrá floyma avstað,
dagar ein glotti nú fyri stavn,
býurin tekur teg inn í sín favn.

Men í nátt ein stjørna lýsti á teg,
heimsins frelsari vísti tær fram á veg,
hann í Bethlehem føddist tað heilagu nátt,
hann birti í sálum máttmiklan mátt.

Men í nátt ein stjørna lýsti á teg,
heimsins frelsari vísti tær fram á veg,
hann í Bethlehem føddist tað heilagu nátt,
hann birti í sálum máttmiklan mátt.

Men í nátt ein stjørna lýsti á teg,
heimsins frelsari vísti tær fram á veg,
hann í Bethlehem føddist tað heilagu nátt,
og hann birti í sálum máttmiklan mátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin