Jólarappið

Jólarapparin:
Jólanis og Jólaóli umframt Jólapól
eru farnir heim til hús at halda jóla-jól,
og sjálvt um tað kann tykjast, at onkur er banditt,
so eru Bogi og Barba innast inni fitt.

Øll:
Tað er jóla aftan klokkan ring . . .
(klapp, klapp)
Øll skulu gleða!
Ongin skal keða seg!
(klapp, klapp)

Jólarapparin:
Ein gleðiligan enda henda søgan fekk,
ja, tað er ótrúligt, hvussu væl alt gekk.
Men soleiðis skal tað vera í jólasøgunum,
tær skulu okkum gera glað í hjørtunum.

Øll:
Tað er jóla aftan klokkan ring . . .
(klapp, klapp)
Øll skulu gleða!
Ongin skal keða seg!
(klapp, klapp)

Jólarapparin:
Á jólum hugsa børn um
gávur mat og gleim,
og ljós frá jólastjørnum
(tær) upplýsa hvørt heim.
Men uttan fyri kavi
og gler á gøtunum
gera kvøldið strævið
hjá jólamonnunum.

Øll:
Tað er jóla aftan klokkan ring . . .
(klapp, klapp)
Øll skulu gleða!
Ongin skal keða seg!
(klapp, klapp)

Tvær ferðir:
Nú hava vit sungið eitt rimmar jólarapp,
so gevið aftur fyri eitt rimmar jólaklapp!!
(klapp)

FavoriteLoadingGoym tekstin