Jólatræið

Orð og lag: Torben Bunk

Tað rýkur við kava um garðin,
tey myrku trøini standa nú hvít.
Vit koma so púra ovfarin
við jólatrænum, sum mítt er og títt.

Tá træið er snøggað og skorið,
so negla fót vit undir tað brátt,
so inn tað um gátt verður borið,
nú skal tað pyntast so vakurt og flott.

Av ovastalofti í køssum
vit draga alt pyntið, sum er til:
bæði kúlur og línur við fløggum
og hjørtu – hvør velur sær, sum hann vil.

Teir einglar, vit kliptu í skúla’
seinasta ár beint fyri jól,
eg heingi, men bróti eina kúlu,
og nissupápin hann skræðir sín fót.

Og so stendur træið á gólvi
við ljósum, glitri og stjørnu á,
tað stroytt er við jól’kavafølvi,
so nú skal dansast um tað runt á tá.

Vit ótolnast eftir teim’ gávum,
vit vita liggja keyptar á rað;
øll, bæði av stórum og smáum,
:,: tey eru jólaforstýrað í dag. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin