Jólavísan

Orð: Johan Hendrik Schrøter
Lag: Vísulag

1. Jesus var føddur á jólanátt
í tí heilaga húsi,
sankta Jóhannis baptista
hann tann Harran doypti,
tá kom ein dúgva av himli niður,
hon setti seg á Harrans knæ,
tí hann var kongurin mæti.

2. Teir vísu menn teir ríða sær av land
við gleði foruttan kvíðu,
riðu so í eystur og riðu so í vestur,
ja haðan upp á suðursíðu,
gistu teir hjá kong Rudis á nátt,
tí hann vildi vita teirra ferð so brátt,
ja hvar teir skuldu fara.

3. «Vit vilja ríða í Betlaheim,
tí vit vilja skoða tann hægsta svein,
sum skapt hevur vørildin allan.»
«Tit komið aftur og sigið os frá,
tí vit vilja allir tann Harran sjá,
vit vilja honum offra allir!»

4. Riðu teir frá Rudisi tá,
teir vildu sína ferð útinna,
stjarnan fyri teimum gekk,
tí mundu teir vegin finna,
men tá ið teir komu í Betlaheim,
tá stóð hon yvir húsi ein,
hon kundi ikki har um líða.

5. Gingu teir sær í húsið inn
við ást í hjartarótum,
offraðu gull, roykilsi, myrra til,
ja fullu tann Harra til fóta,
skeggið fall av kalli tá,
á tann yngsta, sum mundi fyrstur inngá,
tí Harrin vildi tað so hava.

6. Harrin sendi sín eingil frá sær
og til teir heilagu tríggjar kongar,
bað teir allar fara væl,
hvør heim til sína landa,
hann bað teir ikki til Rudis gá,
tí allar man hann svíkja tá,
hann hevur har fyri ein ‘grudi’.

7. Rudisi líkar tað ikki væl,
hann fekk ikki teir vísu menn at finna,
reið hann sær í Betlaheim
og myrdi øll børn har inni,
men ikki kundi hann Jesus fá,
tí hann var við síni móður tá
hjá Gyptalands konginum á sinni.

8. Henda sama vísa, sum tit hava hoyrt,
hon hevur nú fingið ein enda,
hana hevur sankta Jóhannes gjørt
og niður á jarðarríkið sendi,
tí hvør hana kvøður og gevur gott ljóð,
hans sjel skal fáa í himmiríki ró
og frygðast fyri uttan enda.

FavoriteLoadingGoym tekstin