Jomfrú rapp

Orð og lag: MC-Hár

Hvør er tað, hvør er tað, hvør er tað sum er her
jú, teir feitastu rappararnir í hesari verð
tað er MC-Allan og Spark Buzz N
vit dansa og rappa alt ísenn

Okkara rapp tað er um okkum
og okkara jagt eftir gentuflokkum
so kom avstað, kom avstað, kom avstað beinanveg
áðrenn allar hasar genturnar tær fara sín veg

Sær tú hasa sum stendur har
eg haldi at hon gløðir eftir tær
hon er fitt, hon er pen og hon luktar væl
far yvir og sig, at hon tín verða skal

Hon er fitt, hon er pen, tað passar jú
men eg vil hava eina jomfrú

Eg veit eina, sum er so vøkur
hon smakkar betri enn hunangskøkur
smílið er stórt
og eyguni bjørt
kroppurin er sakin
hon gongur ofta nakin
ikki at forgloyma er bringan prúð
og so er hon jú – jomfrú

Sig hvar eg kann finna hana
so skal hon møta sín jomfrús bana

MC-Allan tín gamli grísur
úr tínum eygum greðin lýsur
tú sigur, at gentan skal vera jomfrú
men hana at spreingja ætlar tú
um allir dreingir hetta siga
úrvalið skjótt verður niðurpiðað

Hvat er hetta tú sigur Spark Buzz N
soleiðis siga eingir rættir menn
um nakar er ein grísur so er tað tú
sum ikki vil hava eina jomfrú
tú er ikki sum eg – eg eri klókur
tú er líka býttur sum Edmundsa fótur
ein jomfrú hon er deilig og eisini mjúk
og so er hon ikki kynsjúk
so sig mær hvar hon er og tað beinanvegin
so eg kann gera hana uppá vegin

MC-Allan tín græði kálvur
tú spillur meg út so eg behaldi hana sjálvur
tú sigur meg ikki vera ein rættan mann
eg eri frægari maður enn tú blíva kann
í tær er ikki tað minsta kramm
og búkurin er størri enn tann hjá Atla Dam
eg sigi far og legg teg undir ein stein
tú ert tómari enn sjálvt Lasse Klein

Tú biður meg leggja meg undir ein stein
og sigur eg eri tómari enn Lasse Klein
av sovorðnum tvætli eg eri móður
so ger mær tann beina at vera so góður
sig mær hvar ið gentan er
áðrenn avstað við henni onkur annar fer

MC-Allan hon er yviri har
og eg haldi, at hon bíðar eftir tær
(MC-A, SBN/MC-Hár)

FavoriteLoadingGoym tekstin