Jónatan og Anton

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Jónatan & Anton vóru vinir.
Hildu saman, sigldu saman, alt var gaman.
Fóru so til Danmarkar at savna vit,
fyltu knokkin til hann stóð á tamb.

Men so kom slangan inn í paradís,
áh, Mikka, Mikka, tú vart ónd!
Tíni donsku eygu knústu hjørtu tvey,
áh, áh, áh, denn neyð!

Fyrst fall Anton fyri mikkuyndi,
vildi vísa henni føroyskt hetjulyndi.
Kleiv upp í ein krana hjá Burmeister & Wain,
so nú gongur neyðars Anton uttan bein!

Og so fór slangan eftir Jónatan,
áh, Mikka, Mikka, tú vart ónd!
Tíni donsku eygu knústu hjørtu tvey,
áh, áh, áh, denn neyð!

Jónatan, tíverri, var ein hosa,
keypti Mikku gávur upp í sekk og posa.
Tá bankin ikki longur vildi játta lán,
varð hosan tikin fyri vápnað rán.

Og slangan græt so nøkur rossatár,
áh, Mikka, Mikka, tú vart ónd!
Tíni donsku eygu knústu hjørtu tvey,
áh, áh, áh, denn neyð!

Kære Mikke, hvem bliver den næste?
Hvilken stakkels sjæl skal dine arme gæste?
Bliver det en færømand, så beder jeg:
Lad det bare ikke blive mig!

Og slangan bíðar spent í paradís,
áh, Mikka, Mikka, tú vart ónd!
Tíni donsku eygu knústu hjørtu tvey,
áh, áh, áh, denn neyð!

FavoriteLoadingGoym tekstin