Juanita

Orð og lag: Svøríki Björn Afzelius
Týtt: Steintór Rasmussen

O, Juanita, hon var vøkur sum ein roði
Tá tey møttust í Madrid í farnu tíð
Fyri frælsi komu hundraðtals til landið
Eins og hann í bardaga og stríð
Juanita, fór á frontin við teimum
Og hennar glóð gav dirvi og gav vón
Hon sang við til gittarspæl um kvøldið
Um fólkið og ta framtið, sum hon um neyðugt
Gav sítt unga liv

O, Juanita, hann teg altíð fer at eiga
Tí í honum er ein partur enn av tær
O, Juanita, um hann ei teg kundi fáa
Vil hann minnast hvussu sterk og góð tú var

Teir máttu lúta fyri kúgandi fascistum
Hann við sút og trega slapp sær vekk
Og Juanita niðan fjøllini, hon flýddi
Hóast brøv onki svar frá henni fekk
Men ein vón livir millum gamlar hetjur
At tey ungu vilja føra teirra strið
Hann fekk vív, bæði synir og døtrar
Og meir og meir ein dreymur bleiv – Juanita
Og ein farin tíð

Til Barcelona fóru synirnir eitt summar
Á hotell til marglæti og sól
Eftir veitslu framvið strondini teir gingu
Seint á kvøldi, har ein eldri kona stóð
Teir høvdu prátað um seg sjálvar og landið
Og um pápan, sum ungur fór í stríð
Tá breyt hon av, segði: Hann eg havi elskað
Her vála tit og stuðla teim, hann var ímóti
Og váðaði sítt lív

So far avstað! Eg eri troytt av tykkar lótum
Hvat við frælsi – ei tit kveikja nakran brand
Tit burdu vita – tykkar útlendsku pengar
Bert forsøta teir, ið kúga hetta land

FavoriteLoadingGoym tekstin