Kæra sál, áh, kanst tú vraka

Týtt: Victor Danielsen

1. Kæra sál, áh, kanst tú vraka
náðina, tær boðin er?
Hvørt eitt orð er fult av náði,
friðarboð hvørt orð tær ber!
:,: Hoyr og trúgv nú, hoyr og trúgv nú,
friðarboð hvørt orð tær ber! :,:

2. Kristi sendimenn tær bera
boð um frið og náði nú:
Hvør og ein, sum vil, kann frelsast!
Hvør og ein er eg og tú.
:,: Áh, hvør signað, áh, hvør signað:
Hvør og ein er eg og tú! :,:

3. Hvør vil líta tá á orðið,
trúgva náðiboðnum nú?
Hvør vil móti frelsu taka?
Hesa ábyrgd hevur tú.
:,: Tak ímóti, tak ímóti!
Hesa ábyrgd hevur tú. :,:

4. Andin er nú nær hjá okkum,
einglar eru her í dag,
skulu teir tað boð nú bera
til hin ljósa, gylta stað:
:,: Tey fortaptu, tey fortaptu
trúgva orðinum í dag? :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin