Kæra sál, sum ikki enn er vorðin frelst

Orð: Per Olof (Pelle) Karlsson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Kæra sál, sum ikki enn er vorðin frelst,
hoyr nú Jesus kallar teg!
Kennir tú Hans kallan? – Alt um teg nú veldst,
um tú velur Lívsins Veg!

Niðurlag: Tí Hann á krossi bløddi og frelsu til tín vann,
so bíða ikki longur, men gev teg fult til Hann!
Jesus vil tær geva frelsu, gleði, frið,
í Himlinum tú verður við!

2. Minnist tú hin dagin, tá tú frelstur varð?
Jesus var títt eitt og alt!
Men í fráfalstíðum burt frá Guð tað bar,
og nú er hjartað tómt og kalt!

3. Skjótt kemur Jesus aftur heintar Skaran heim,
sig, stendur tú tá eftir her?
Á, mítt hjarta grætur, ert tú ein av teim’,
sum glataður í ævir er?

Niðurlag: Tá ævigt frelst har heima vit síggja Frelsaran,
á einglaharpur leika og syngja prís til Hann!
Aldri meir vit sakna gleði, hvíld og frið,
vilt tú har ikki verða við?

FavoriteLoadingGoym tekstin