Kærasta kvinna

Orð og lag: Martin Joensen

Kærasta kvinna, tú ert mítt sálarljós!
Mann nakar finna tín líka, væna drós?
Hvar finst tann rósa, sum mátast kann við teg?
Nei, teg vil eg kjósa fram um tær allar,
eg sá á mínum veg.

So lat heimin vita, at eg fagni tær í kvøld.
Uttan tín hita var náttin mangan køld.
Lat gella um geilar, at eingin er sum tú!
Hvat enn mær so feilar, ert tú mín lekidómur,
frægdarfrú!

Eg var ísakaldur, svangur, heimleysur á nátt,
tá ið tú komst framvið og smíltist,
tú beyð mær inn um gátt.

Tað besta tú hevði, tú gavst mær uttan drál.
Títt hjarta tú legði í mína stirdu sál!
Og nú er hon tiðnað, vorðin eins og nýggj,
– eg elski teg, vina, so lat meg hevja teg
upp um hægstu skýggj!

FavoriteLoadingGoym tekstin