Kæri Jesus, mín Frelsari, Harri

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Kæri Jesus, mín Frelsari, Harri,
Tú Guðs Sonur av sonnum jú ert!
:,:Á, eg ynski at koma Tær nærri,
fyri sál mína stórur Tú ert.:,:

2. Mær er longsul í sálini inni
eftir meira at tæna Tær her,
:,:so eg sálir til Himmalin vinni,
verða fyltur av Tær her á ferð.:,:

3. Lat Tín heilaga eld støðugt brenna
mær í hjarta til góðtokka Tín,
:,:lat meg uppreisnarkraftina kenna,
til eg fari um seinastu sýn.:,:

4. Eg vil gleða meg saman við fegnum,
og við frímóði vitna um Teg.
:,:Staðfest Orðið við undrum og teknum,
gev í stríði mær kraft her á veg.:,:

5. Skjótt í Himlinum við Tína Trúnu
skal eg síggja Teg Frelsari, Guð!
:,:Har av náði Tú rættir mær krúnu,
gevur mær har hin æviga lut.:,: