Í kærleika nú Harrin Jesus leitar

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Come home, come home it’s suppertime

1. Í kærleika nú Harrin Jesus leitar
og kallar á teg, burturvilsta sál;
Hann bankar á títt stongda, kalda hjarta,
at frelsa teg tað er Hans stóra mál.

Niðurlag: Kom heim, kom heim, Mítt kæra barn,
hygg, alt tilbúgvið er!
Kom heim, kom heim, Mítt kæra barn,
Mín favnur opin er!

2. Á Golgata Hann fyri teg gav lívið,
tær lut í Lívsins Træi aftur vann.
Við opnum ørmum rættir Hann Seg mót tær
og eymt og álvarsligt nú kallar Hann:

3. So mangan hoyrdi tú Hann á teg kalla
og nevna teg við navni: Tú ert Mín!
Nú stendur Hann við hjarta títt og bankar,
í hesi løtu dregur teg til Sín!

4. Tá tú ein dag skalt ferðarstavin leggja
og síðsta andadrátt her draga skal,
skalt tú tá hoyra eymu rødd Hans kalla
og djúpt í sál tær ljóða søt og sæl:

FavoriteLoadingGoym tekstin