Kærleikans Hirði, áh, leið okkum milt

George Frederick RootVictor Danielsen
Orð: Alexander Viets Griswold
Lag: George Frederick Root
Týtt: Victor Danielsen

1. Kærleikans Hirði, áh, leið okkum milt
á grønar fløtur, til vatnið so stilt!
Trygt vard av tær okkum sakar ei ilt,
aldri vit villast frá tær.

Niðurlag: Aldri, aldri,
aldri, nei, aldri vit villast frá tær;
aldri, aldri,
aldri vit villast frá tær!

2. Fjali tá skýggj bæði himmal og jørð,
komi tá náttin og ódnin so hørð –
slepp okkum aldri, nei trygt okkum før!
Tá vit ei villast frá tær.

3. Eru vit veik, ver tú styrki vár tá,
varðveit í eyðmýkt várt hjarta tær hjá,
inntil várt eyga í dýrd teg skal sjá –
aldri vit villast frá tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin