Kærleikans mátt

Orð: Signar í Homrum
Lag: Signar í Homrum og Hans Marius Ziska

Hon vildi ikki út,
hon vildi ikki tað
hoyrdi bilin starta,
og hoyrdi hann fara avstað
Nú situr hon og hugsar,
hví kom tað hartil
tað ikki longur bar til

Náttin kemur á,
hon finnur ongan frið
hugsar um hana,
sum hann nú er saman við
Tárini renna
og hjartað upployst,
og veit sær onga troyst

Hvar kann hon finna svar,
nú onki er longur
sum tað einaferð var
Leingist og tráar at kenna,
tvey hjørtu sum brenna
sum kyndlar á nátt
av kærleikans mátt

Hon savnar saman alt,
alt sum er saman vavt
myndir, brot og fløgur,
tað sum týdning hevur havt
Hon orkar tað ikki,
men veit at hon má
minnunum koma frá

Ein hevði ringt í gjár,
at vita hvussu tað stóð til
var nakað hann kundi gera,
skuldi hon bara siga til
Hon mintist á løtur,
tá tey vóru góð,
og áðrenn ein annar dróg

Kanska hon einaferð aftur,
kann síggja tann loga
sum bert ein, ið elskar sær

FavoriteLoadingGoym tekstin