Kærleiki Krists, hátt yvir fatan manna

Orð: Dorothy Frances Bloomfield Gurney
Lag: Joseph Barnby
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: O perfect love

1. Kærleiki Krists, hátt yvir fatan manna,
Harri, vit eyðmjúkt bøna teg í dag,
at hesi tvey tín djúpa kærleik sanna
sum eitt í eydnuríkum hjúnalag.

2. Fullkomna Lív, ver teirra fulla vissa
um eyman kærleik, støðufasta trúgv,
um tol, um vón, so tey ei treystið missa,
um barnsligt álit, tykist leiðin drúgv.

3. Gleði teim gev, so gylt gerst enntá sorgin,
gev teimum frið, sum stillar lívsins stríð.
Lívsdagin fyll, so hvør ókendur morgin
fullnøktast tíni kærleikskeldu í.

FavoriteLoadingGoym tekstin