Kærleiki – trúfesti heim og hjúnalag fylli

Orð: Øssur Berghamar
Lag: Richard Charles Rodgers (Edelweiss)

1. Kærleiki – trúfesti
heim og hjúnalag fylli.
Trygd í lund –
stund um stund –
lívsleið tykkara gylli.
Orðsins barlast í sál og sinn
tykkum góð vil vera.
Ljós so bjart –
nær og fjart –
orðið uppi vil bera.

2. Kærleiki – trúfesti
framtíð tykkara myndi.
Andans glóð,
megi góð
merki hjørtu og lyndi.
Leiði tykkum um lívsins hav
Harrans hond og megi.
Ferðin sæl
gerast skal
– vard í sorg sum í gleði.

FavoriteLoadingGoym tekstin