Kærleiki – trúfesti vóru lívssterkar røtur

Orð: Øssur Berghamar
Lag: Richard Charles Rodgers (Edelweiss)

1. Kærleiki – trúfesti
vóru lívssterkar røtur
á tí ferð,
sum jú ber
gjøgnum krókutar gøtur.
Harrans hond tykkum trygt og væl
bar um brot og boðar.
Sáað varð;
her og har
Andans ávøkstur logar.

2. Kærleiki – trúfesti
bóru tykkum um tindar.
Summartíð
hjørtum í
blástu kaldligir vindar.
Men hann, sum er Immanuel,
aldri hvarv hans megi.
Hann var nær,
uppi bar
tykkum á hvørjum degi.

3. Kærleiki – trúfesti
yvir heimið enn lýsi!
Orðið kært
– ljós so bjart –
tykkum kósina vísi,
sum tit ferðina halda fram,
vard av sterkum hondum
– stevnandi,
fevnandi
ljósu himmalsins londum.

FavoriteLoadingGoym tekstin