Kærleiks Gud í himni høga

Steingrímur Thorsteinsson
Orð: Ókendur
Lag: Steingrímur Thorsteinsson
Týtt úr týskum: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1994. Upprunaliga týskur.

1. Kærleiks Gud í himni høga
yvir barni tínum vak;
enn í dag og allar dagar
í tín náðarfavn meg tak.

2. Náði tín er sól mær eina,
orð títt døggin himni frá,
sum meg mennir, elur, føðir
eins og blómu foldum á.

3. Gud, tú hevur alt í hondum,
tørvur mín er kunnur tær,
tú, mítt ljós, o himnafaðir,
lat ein ljóma lýsa mær.

4. Lat tín Anda, Gud, mær valda,
villigan ger huga mín,
eftir tínum kærleiks vegi
leið meg inn í himin tín.

FavoriteLoadingGoym tekstin