Kærleiksbrosið

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe

Broyttist lívið tá tú komst
eygnasteinur mín
geiðslar sól út yvir land
lokkar mjørkan burt
speglast tú í míni sál
lítli eingil mín
kærleiksbros og eygu blíð
løtan andar frí.

Eygnabráið sigur frá
skuggar kámast burt
logar vónin klár og bjørt
framgongd er so hvørt
dansar gleðin strálandi
rørslan løtt og kát
rætt mær tína mjúku hond
kærleiks undur stórt.

Liva litfagrar víddir
summarsins grøna hav
í hjørtum lívsfrískur tóni
streymandi vísir veg
í tíðarslátti vit sveiggja
millum boðar og sker
kykna kveikjandi frambrot
merkist fløvandi lot.

Broyttist lívið tá tú komst
eygnasteinur mín
geiðslar sól út yvir land
lokkar mjørkan burt
speglast tú í míni sál
lítli eingil mín
kærleiksbros og eygu líð
løtan andar frí.

FavoriteLoadingGoym tekstin