Orð: Steinvør Olsen
Lag: Jens Guttesen
1. Kærleiksfult, eymliga Jesus hann rættir
nú út sína hond móti tær,
vil teg úr syndanna díki nú lyfta
og taka teg tætt inn at sær.
Niðurlag: „Kom nú! Kom nú!“
Rópar hann álvarsamt – hoyr! Áh, hoyr!
Tú, sum í flóðina sokkin ert niður,
Guds kall ikki burt frá tær koyr!
2. Skunda tær, tak í tær sármerktu hendur,
tí ein dag tað verður ov seint!
Lýð á ta kallandi rødd nú og svara:
„Gud, tak meg – ger hjarta mítt reint!“

