Kærleikskeldan grøddi

Orð: C. A. Stenholm
Lag: Ókendur
Týtt: Jóhan við Neyst

1. Kærleikskeldan grøddi,
meg av náði tá,
frelsarin útbløddi
har á Golgata

2. Keldan troyst aleina,
gav á sorgarferð.
Kraft og megi eina
veitur hon mær her.

3. Tá ið hjartans streingir
spæla sorgliga,
undir Jesu veingir
fara kann eg tá.

4. Tá mítt ljós útbrennur,
heim eg fari, sum
lívsvatnsáin rennur
rein í Himlinum.

FavoriteLoadingGoym tekstin