Kærleiksspor

Orð: Páll Isholm
Lag: Jákup Zachariassen

Í dag eg kenni vónin aftur er – í míni verð
Tí tín káti látur í mær birtir ljós
Nú vit aftur taka stev fram á lívsins ferð
Nú vit aftur kunnu halda somu kós

Men eg veit at brotasjógvar lúra handan sýn
og eg veit teir bróta kunnu hvønn ein dag
ivin sníkir seg til mín og eg teski tá til tín
hesi ljóð til hetta fagra ástarlag

Niðurlag: At eg elski teg, elski bara teg
Tú ert sólin sum í lívi mínum sær
Um tú fevnir meg, so skal eg kyssa teg
Mín elskaða ver tú mær altíð nær

Enn reka heitir kærleiksstreymar okkum báðum við
og tín søti angin sveimar móti mær
sum vit ofta hava notið saman lið við lið
okkar‘ loyndarmál eg goyma vil við tær

Og øll minnini eg klæði nú í tónaorð
Øll tey minnini ið ljóma blítt í mær
Hetta eru fátøk orð, men tey lýsa kærleiksspor
ið eg stigið havi hond í hond við tær

Niðurlag: Ja eg elski teg, elski bara teg
Tú ert sólin sum í lívi mínum sær
Um tú fevnir meg, so skal eg kyssa teg
Mín elskaða ver tú mær altíð nær

FavoriteLoadingGoym tekstin