Kærleikur til fosturjørð

Orð: Andrass Sámalsson
Lag: Kvæðalag (Grani bar gullið av heiði)

1. Kærleikur til fosturjørð
dreingir menna kann,
aftur fjølga týnda lið,
sum á báru svann.

Grani bar gullið av heiði.

2. Kærleikur til fedraheim
fólkið treystligt ger,
styrkir viljan elur gleim,
so sorgin burtur fer.

3. Kærleikur til móðurjørð
styrkir samband mest.
Góð sum systkin ein og hvør,
so vit trivnast best.

4. Kærleikur til móðurmál,
vend tú nátt til dag;
tú kanst styrkja kropp og sál,
styrkja vinalag.

FavoriteLoadingGoym tekstin