Kæru børn, tit vita, hví

Orð: Ókend/ur
Lag: Týskt

1. Kæru børn, tit vita, hví
Jesus toldi krossins stríð!
Glaður hann í Himli hátt
hevði tað hjá Gudi gott,
fór frá síni gleði har
til at bjarga tær og mær.

2. Øll vit gingu hvør sín veg,
tó hann okkum elskaði,
steig til jarðar, sligin varð,
vára skomm á krossi bar,
flóta læt sítt dýra blóð,
keypti okkum frið og ró.

3. Einaferð hann doyði her,
nú hann heiðurskransin ber,
elskar síni, byggir teim
hátt í Himli føgur heim.
Hetta, børn, er søgan; tí
toldi Jesus krossins stríð.

FavoriteLoadingGoym tekstin