Kaggablues

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

“Eina silvur og tveir gammel dansk!”,
hon sigur: “Ger so væl!”.
Eg festi mær í eina sigar,
meðan eg stívi meg av.
Tað eru tríggjar nætur síðan eg var við hús,
men enn ljóðar mín Kaggablues.

Har sita nakrar kenningar og spæla sjavs,
ein øsir seg og vil ikki meir.
Eg stetli yvir og bjóði meg fram,
men teir biðja meg stinga av.
Nakrir øltenorar ýla blue suede shoes,
sjálvur murri eg mín Kaggablues.

Nú fái eg ein fingur í búkin
frá eini skiparakanón.
Hann spyr meg hví mítt slips er gult,
tað vil hann tramin ikki finna seg í!
Eg sigi: “Gamli mín, fest ikki í mítt fjús,
ella merkir tú mín Kaggablues!”.

Hesin gamli hevur hug at dansa,
– besti sjeykari í norðurstreym.
Men hin fyrsta sigur nei, hin næsta vísir tenn,
men triðju ferð so bítur á.
eg sigi: “Snøgga mín, kom við mær heim undir brús,
so skalt tú hoyra mín Kaggablues!”.

FavoriteLoadingGoym tekstin