Kall og Svein ungi

Orð og lag: Gamalt Skjaldur

”Hvar rakst tú neyt míni?”, segði Kall.
”Beint niðan í akur tín!”, segði Svein ungi.

”Skamm fái tú rekandi!”, segði Kall.
“So fái tú biðjandi!”, segði Svein ungi.

”Hevði eg hildi á spóni mínum!”, segði Kall.
“Staði fastur í góma tínum!”, segði Svein ungi.

”Hevði tú verið flongdur!”, segði Kall.
“Við mjúkari ostaflís!”, segði Svein ungi.

”Við skørpum áli!”, segði Kall.
“Ryggur tín ligið undir!”, segði Svein ungi.

”Hevði eg hildið á knívi mínum!”, segði Kall.
“Staði fastur í lívi tínum!”, segði Svein ungi.

”Hevði tú hingið í berginum!”, segði Kall.
“Góða línu á mær!”, segði Svein ungi.

”Einfaldur høsnatráður!”, segði Kall.
“Sjálvur tú á endanum!”, segði Svein ungi.

”Hevði tú flotið á havinum!”, segði Kall.
“Góður bátur undir mær!”, segði Svein ungi.

”Ongar árar”, segði Kall.
“Ættin ligið at landinum!”, segði Svein ungi.

FavoriteLoadingGoym tekstin