Kalla meg Babe

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Ingi Isaksen og Jógvan Hansen

Spyr meg ei um søgu
Ei um fólkasløg á jørð
Eri púra blonk í máli
Í rokning eiðasør
Eg kenni ei Evropa
Og Føroyar illa nokk
Eg skrivi sum ein kráka
Eg eri nummar sjokk

Eg tími ikki skúlan
Foreldur eru tóm
Útvarpið er rotið
Her er ongin vón
Systkin eru strævin
Eg fái andaneyð
Millum mínar vinir
Eri eg okay

Eg kan syngja og dansa og liva so feitt
Millum vinir eri eg nummar eitt
Eg sjálv eri sakin totalt upp to date
Í nýggjasta móta tey kalla meg Babe

Um kvøldarnar eg kjatti
Har eg eri kend
Mangt og hvat eg frætti
Hvat er in og hvat er trend
Hvat stinkar og hvat hittar
Hvør er kul og hvat er hott
Hvat rokkar og hvør rular
Og hvat er megagott

FavoriteLoadingGoym tekstin