Kálvsvísa

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Tey siga, at eg einki skilji,
– at Kálvur er uttan forstand.
Men pápi mín sigur, at tað skal nokk ganga,
um bert til Várharra eg helli mín vanga,
men svara mær, skunda tær, hoyr:
Svíður tað, tá ið mann doyr?

Eg merki, at hjartað fær veingir
tá klávusardóttir er nær.
Eg fái ein koss, hon fær tvøst upp í grýtu,
so tosa vit bæðu um mið og um ýti.
Men svara mær, vinur mín hoyr:
Svíður tað, tá ið mann doyr?

Tit halda, at eg ikki tori?
Tit siga, at eg ikki má?
Men tað skulu tit slettis ikki bestemma,
tí Kálvur er kønur at mussa og klemma,
men svara mær, skunda tær, hoyr:
Svíður tað, tá ið mann doyr?

Eg komi mær ikki at giftast,
í hvussu so er ikki enn.
Tí hvat nú, um fólkini fara at flenna,
og Klávusardóttir fer undan at renna?
men svara mær, vinur mín hoyr:
Svíður tað, tá ið mann doyr?

Hin grái í myrkrinum spøkir,
hann ætlar at taka meg við!
Eg vóni Várharra hann niður vil binda,
sjálvt um hann veit hvussu eg havi syndað,
men svara mær, skunda tær, hoyr:
Svíður tað, tá ið mann doyr?

FavoriteLoadingGoym tekstin