Eg kann aldri, aldri gloyma, tá frið við Gud eg fann

Aage Samuelsen
Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Jeg er herlig løst og fri

1. Eg kann aldri, aldri gloyma,
tá frið við Gud eg fann,
meg í snjóhvítt skrúð læt hann
og til sína brúður vann.
Míni klæði, kloddut, skitin,
rein tváaði hans blóð,
og hann veitti mær nýtt lív í yvirflóð.

Niðurlag: Sæl er sál mín, fylt við tøkk,
leinkjan harða sundur støkk,
náðisólin til mín røkk,
tá í myrkurs djúp eg søkk.
Ferðist eg í táradali,
ger hann hann til kelduvað,
sorgartónar býtast um við gleðilag.

2. Jesusi eg nú vil fylgja
á lívsins tronga veg,
um enn royndir hótta meg,
lyfti hans tó eigi eg.
Skjótt eg lívsins Kong skal hitta –
hann skoða, sum hann er,
tá í búna rættferðar hann heim meg ber.

3. Leiðin ber um høgar tindar
og gjøgnum djúpan dal
– stundum sól og stundum æl,
til í Himli alt er væl.
Brúdleyp Lambsins tá skal vera,
og eg skal vera við,
henda hugsan veitir mær ein sælan frið.